Norðborg kom á Klaksvík hósdagin, har hon hevur lagt upp 1350 tons av sildaflaki, smá 300 tons av mjøli og nakað av lýsi.
Flakið varð avskipað í gjárkvøldið við Crystal Ice til Litava og Pólands.
Norðborg er nú farin nýggjan túr - aftur á sild norðanfyri, heilt til Jan Mayen.