Norðborg kemur í annaðkvøld

Verksmiðjutrolarin Norðborg er á veg heim úr norskum sjógvi við 1370 tonsum, sum verða løgd upp í Ánunum. Nógv tann størsti parturin av veiðini hjá Norðborg er flak, umleið 1300 tons tilsamans. Hini 60-70 tonsini er fiskur, sum er rundfrystur.

Aftrat flaki og rundfrystum, hevur Norðborg eisini 320 tons av mjøli, og eini 60-70 tons av lýsi.

30 mans eru við Norðborg, sum fór til fiskiskap hin 5. februar.

Tað er heimasíðan www.skipini.fo, sum ber hesi tíðindi.