Norðborg hevur landað 1320 av svartkjafti og 260 mjøl.Hesa tíðina hevur lýsið ov stórt dioxininnihald, tí hava teir brent tað til mjølkókingina - 30 tons.
Svartkjaftakvotan er uppi, og tí verður nú farið á sild og makrel í næstum.
Tó verður Norðborg liggjandi hesa vikuna, tí frystianlenggið skal hava garantieftirsýn.
- Tað er trongligt í Ánunum, so nógv havnin er eftirspurd m. a. av russarum. Tí hevði Norðhavnin har havt búk fyri 100 m afturat. Norðborg mátti flyta inn á Klaksvík, so Næraberg kundi sleppa framat við sínum 2200 tonsum av svartkjafti. Næraberg liggur á Kósini og fer norður seinni í dag, sigur Dávur Winther í Klaksvík.
Næraberg fer avstað aftur mitt í komandi viku.










