Norðborg fiskar norðhavssild við Lofoten

- Higartil í ár hevur skipið virkað umleið 8.000 tons av flaki og heilfrystum til matna, sigur reiðarin, Kristian Martin Rasmussen

Virking

 

Nótaskipið Norðborg roynir í løtuni uppi við Lofoten, har teir fiska norðhavssild, sum verður virkað til matna.

Reiðarin, Kristian Martin Rasmussen, sigur, at fiskiskapurin seinastu dagarnar hevur verið í lagi.

- Veðrið hevur verið heldur ólagaligt, men nú roynist veðrið betri.

Hann sigur, at 24 mans eru við skipinum, og sildin verður virkað til matna.

- Hetta er tíggjundi túrurin í ár, har veiðan hjá Norðborg verður virkað til matna. Samlaða matvøruframleiðslan umborð táttar í 8.000 tons í flaki og nakað av heilfrystum.

Kristian Martin sigur, at vøran, sum virkað verður umborð á Nor'borg, verður seld í ymiskum londum.

Skipari við Norðborg hendan túrin er bróðir Kristian Martin, Páll Rasmussen.

Reiðarin sigur, at Norðborg higartil í ár hevur virkað umleið 2.500 tons av svartkjafti til matna, og vøran er seld í eitt nú Nigeria, Kina og Ruslandi.