Norðborg fiskað fyri 116 miljónir

Í fjør fiskaði Norðborg 23.200 tons av rávøru, sum manningin virkaði til góð 14.200 tons av lidnari vøru. Sildafløk stóðu fyri størstu einstøku nøgdunum. Síðan verksmiðjuskipið Norðborg fór fyrsta túrin beint eftir hvítusunnu í fjør, hevur skipið fiskað fyri tilsamans 116 miljónir krónur. Við ársenda í fjør var veiðivirðið umleið 100 miljónir krónur, og higartil í ár hevur skipið fiskað fyri tilsamans 16 miljónir krónur.

Reiðarin, Kristian Martin Rasmussen, er væl nøgdur við gongdina.

Hann sigur, at fram til 19. desember í fjør, tá lagt varð stilt fyri árið, hevði Norðborg fiskað tilsamans 23.200 tons av rávøru, sum teir fingu góð 14.200 tons av lidnari vøru burturúr.

Størstu einstøku nøgdirnar eru sildafløk. Talan er um 7.800 tons av sildafløkum, og síðan kemur skráskorin og heilfrystur makrelur, sum er 1700 tons. Skráskorin og heilfrystur svartkjaftur er 1300 tons.

Norðborg hevur eisini framleitt 2.250 tons av fiskamjøli og 1175 tons av lýsi.

Higartil í ár hevur skipið gjørt tveir túrar, ein sildatúr og ein lodnutur ? og nú er Norðborg aftur á svartkjaftaveiði.

Í tríggjar vikur rundan um ársskiftið vórðu ymiskar ábøtur gjørdar umborð, og skipið var til eitt ávíst garantieftirlit.

Kristian Martin Rasmussen er bjartskygdur og sigur, at teir við spenningi ganga framtíðini á møti.