Norðborg eftir pakningi

Norðborg kom á Klaksvík kl. 14 í dag, har teir tóku meira pakning og nakað av provianti. Teir gjørdu skjót av og fóru av aftur Norðhavnini hálvan tíma seinni.

Teir hava góð 700 tons inni og lata betri at fiskiskapinum nú. Vænta tí at vera inni aftur um eina lítla viku.

Við umborð var eisini kendi mynda- og filmsmaðurin Zacharias Hammer. Hann skal gera ein film um skipið til reiðaríið at brúka í ymiskum høpi at kunna um virksemið umborð.

Tá ið Zacharias, sum eisini er góður kokkur, varð spurdur, um hann onkuntíð tók sær tíð at hyggja inn í galluna, svarað hann við einum smíli – ”Man ikki tað”?

So fór hann væl hýrdur umborð aftur saman við hinum av manningini, sum hóvdu havt stundir at heilsa uppá familjuna, hesa stuttu løtuna, Norðborg lá í Norðhavnini.

Myndir & Tekstur: Dávur Winther