Í morginári fer Norðborg í dokk á Skála Síðan skipið kom, hevur tað ongantíð verið uppi, og nú fer tað til eftirlit og skal hava ymsar smærri ábøtur.
Tað tekur væntandi tvær vikur, sigur Eyðun Rasmussen, reiðari.
Norðborg, sum kom heim 21. desember, var annars jólaskip í Klaksvík, og tað riggaði fínt. Nú er tað mesta jólaprýðið tikið niður.
Eyðun Rasmussen væntar, at tá ið Norðborg kemur úr dokkini, fer hon beint á sild.