Í ár verður árliga kappingin, Atlantic Giant, hildin í ítróttarhøllini í Runavík fríggjadagin 26. apríl og í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn leygardagin 27. apríl. Í ár verður bilasølan Norðbil er ein av høvuðsstuðlunum í hesum tiltaki. Eitt av tiltøkunum hjá sterku monnunum er at draga bilar, og verða tað bilar frá Norðbil sum verða brúktir til hetta endamál, eins og bilarnir koma at standa har sum kappingarnar fara fram. Norðbil selur bilmerkini Honda, Hyundai og Skoda. Tað er INT Promotion við Regini Vágadal á odda, sum skipa fyri kappingini.










