Hóast tað eru 25 ár síðan fyritøkan hjá Martini Dam Jacobsen skifti navn til Norðbil, eru yvir 40 ár síðan fyritøkan varð sett á stovn. Tað var síðst í 60-unum at Martin, sum hevði lært til bilmekanikara á verkstaðnum hjá P/F Vilhelm Nielsen í Jónas Broncksgøtu, byrjaði at selja BMW bilar í húsum sínum í Hornabø.
Eftir tað fekk hann fyrst í 70-unum eisini umboð fyri Skoda og Honda. Við bilasølu, verkstaði og eykalutagoymslu helt fyritøkan til í Hornabø til 1984, tá flutt varð inn í nýggja bygningin við Oyggjarvegin.
Norðbil eigur eisini bilasøluna Nordcar í Smiðjugerði saman við Jens Peturi Jensen og Jákupi Klein Olsen. Í dag selur Norðbil bilmerkini: Honda, Hyundai og Skoda, meðan Nordcar selur BMW, Fiat og Mini.
Annað ættarlið hevur tikið yvir. Tað eru brøðurnir Birgir og Frits Dam Jacobsen, sum í dag hava dagligu leiðsluna av Norðbil. Í sambandi við 25 ára hátíðarhaldið hava Norðbil nógv góð tilboð við bæði nýggjum og brúktum bilum.









