Norðberg vann golfkappingina

Golf: Janus Norðberg vann sunnudagin útsetta kapping á frálíka nýggja grasinum á golfvøllinum á Glyvursnesi

Hóast veðrið ikki var av tí besta, so var senior kappingin, sum skuldi verið spæld 1. og 2. september, spæld hetta vikuskiftið. Byrjað varð leygarmorgunin og teir níggju luttakararnir fóru undir kappingina við góðum treysti, tí hann lovaði ikki serliga gott veður. Men veðurgudarnir vístu seg frá sínari góðu síðu og lótu ringa veðrið bíða.
Sunnudagin varð so byrjað klokkan 13.00, men tá níggju hol vóru spæld, øtlaði hann vindin og regnið var somikið, at kappingarleiðslan tók avgerð um at lata tey 27 spældu holini telja.
Janus Norðberg vann við 128 sløgum, Eyðun av Reyni brúkti 136 og Per Poulsen 141 sløg.