Norðbúgvar ótu kóp

Í mong ár hava vísindafólk hildið, at norðbúgvararnir í Grønlandi doyðu út, tí at teir megnaðu ikki at laga seg til ta føðina, sum teir kundu fáa fatur á har. Men nú hevur eitt lið av donskum og kanadiskum granskarum staðfest, at norðbúgvararnir í Grønlandi ótu í hvussu er kóp.
Kanningar, sum granskararnir hava gjørt av beinagrindum hjá norðbúgvum, vísa, at ta fyrstu tíðina livdu norðbúgvarnir av seyði, geit og svíni, sum teir høvdu havt við sær úr Íslandi. Men sum frá leið fóru teir at veiða kóp, tí landbúnaðurin gav ikki nóg mikið.
Granskararnir siga tí, at tað var ikki mattrot, sum gjørdi, at norðbúgvarnir í Grønlandi doyðu út. Heldur halda teir, at tey ungu rýmdu, og at fólkið tí sum frá leið doyði út.