Hann er lættur at kenna aftur: Lágur á vøkstri, í cowboy-jakka og buksum og uttan nakað á høvdinum.
Tað sum kortini ger henda mannin øðrvísi enn aðrar menn er at hann altíð ? ikki bara av og á ? men ALTÍÐ hevur tveir plastikkposar í hondini. Í dag ein gulan og ein hvítan.
Maðurin gongur við nógvari ferð, steðgar á viðhvørt, gongur so nøkur fet aftrat, boyggir seg niður, tekur ein glaskendan lut upp og koyrir hann í posan.
Hann gongur víðari, steðgar á eina ferð enn, hyggur niður fyri seg, boyggir seg niður, tekur enn ein slíkan lut upp og ristir við høvdinum. Hesaferð var eydnan ikki við honum: Henda fløskan var brotin.
Longur heimi, nærhendis Krossinum sæst, at nú er byrðan vorðin tyngri. Tann guli posin er á tremur við fløskum, og lítið vantar í, til hin hvíti posin eisini er fullur.
Tá knappliga sær hann fleiri fløskur liggja á einum og sama staði. Hann skundar sær hagar, tekur tær upp, og trýstir ta seinastu fløskuna niður í posan. Tú sær eitt bros fara um varrarnar, tí nú er gerningurin lokin.
Við ferð sært tú hann nú taka báðar posarnar í hond, og leggja leiðina oman móti sølustaðnum hjá Føroya Bjór í Akranesgøtu.
Har verður hann væl móttikin av einum av starvsfólkunum.
- Hey, Janus. Nú eri eg aftur, sigur Bagge, og byrjar at tøma fløskurnar á borðið.
- Hey, Bagge. Tú ert óførur. Aftur í dag hevur tú gjørt kvetti, sigur Janus Nicolajsen.
Teir báðir kennast væl frá diskinum í Føroya Bjór. Hetta er ikki fyrstu ferð at Bagge er komin har við fløskum. Og heldur ikki tann seinasta.
Janus telur fløskurnar og faldar talið við 1,25 kr. og fer í kassan eftir peninginum. Bagge fær peningin í hondina. Hann telur errin peningin einaferð aftrat, og so eru ørindi hansara liðug í dag.
Ein einstøk fløska kastar kanska ikki so nógv av sær. Men tá tær gerast nógvar og uppaftur fleiri, so kann tað skjótt blíva til okkurt.
Eitt grundøki, til dømis!