Góða Omma.
Nú er næstan eitt ár liðið, síðani tú fórt foldum frá. Tíðin gongur so skjótt, at tað sýnist, sum tað var í gjár. Gott er at vita, at tú ikki segði "farvæl" við okkum, men tú segði: "vit síggjast".
Minnist seinastu ferð eg var og vitjaði teg. Tú vart troytt og veik, men vit finguð eina góða løtu saman. Tá ið eg skuldi fara avstað, boygdi eg med niður til tín at klemma teg. Tá teskaði tú í oyra á mær: " Skjótt koma tveir aðrir armar at taka um meg, og taka meg heim" ! Tú visti, hvønn veg tað bar, og tú vart klár at fara. Tað var hart hjá mær at hoyra teg siga tað, og eg vildi ikki missa teg, men samstundis visti eg, at tú gleddi teg at koma heim, og nú var tín tíð komin.
Góða omma! Eg sakni teg so nógv. Tú fylti so nógv í mínum/okkara lívið. Eg sakni at koma inn á gólvið hjá tær og abba at fáa ein drekkamunn og eitt gott prát.
Eg sakni, at tú ringir til min fyri at vita, hvussu vit hava tað... og sakni, tá tú bara ringdi fyri at siga hey og hoyra málið í okkum ...
Eg sakni tína umsorgan fyri mær og mínum... og sakni, at eg ikki longur kann ringja til tín, tá ið okkurt er áfatt og biða teg um at biðja fyri mær og okkum.
Ja, mest av øllum sakni eg tær bønirnar, sum - eg veit - tú hvønn dag bað fyri okkum øllum.
Omma, eg hopi at tú veitst, hvussu nógv tínar bønir hava og framvegis fara at avrika. Eg veit, at tú hvønn einasta dag bað Gud senda sínar einglar at ansa eftir og verja øll tíni, og tað merkti eg eisini so væl.
Góða omma! Saknurin er stórur hjá okkum øllum. Serliga tungt er tað hja abba, sum hevur mist sína elskaðu konu. Abbi elskaði teg so høgt, og hann saknar teg so nógv. Kortini er hann ógvuliga raskur at ringja og at biðja fyri okkum dagliga - á sama hátt sum tit bæði plagdu at gera saman.
Eg hugsi eisini um tykkum, sum stóðu ommu serliga nær: mamma og babba, Anita mostir og Súni, Marjon mostir og Alfred, Ba og Sanna við familju. Eg veit, hvussu góð tit vóru við mammu/verðmammu/ommu og langommu tykkara, og hvussu nógv tit sakna hana. - Haldi tykkum bara nær til GUD, og leggi alt í Hansara hendur, so eru tit trygg, og saknurin broytist til góð minnir, heldur enn sorg.
Góða omma! Takk fyri alt! Vit gleða okkum at siggja teg aftur - eisini lítla Nita, sum tær ikki untist at møta.
Vit fara ALTÌÐ at elska teg og minnast teg við takksemi.
---------------
Jenny










