Noma brúkar norðurlendskar rávørur, og eisini føroyskar rávørur hava verið brúktar í matgerðini har.
Gastronomiski reportarin Frank Bruni hevur fylgt arbeiðnum hjá René Dedzepi, sum leiðir Noma matstovuna, og hann er hugtikin av kokkinum, sum leitar eftir rávørum úti í náttúruni.
- Noma er ein altjóða sensatión, skrivar New York Times í umrøðuni av matstovuni.
Blaðið heldur eisini, at tað er eitt sera gott hugskot at brúka rávørur, sum verða funnar í náttúruni.
-Hetta ljóðar kanska eitt sindur botaniskt og keðiligt, men tað er tað als ikki, skrivar New York Times.
Noma brúkti meira av føroysku rávørum fyrstu tíðina, tá matstovan lat upp, enn matstovan hevur gjørt seinastu tíðina, men kokkurin René Dedzepi vil fegin hava føroyingar at lata matstovuni rávørur, sum kunnu brúkast í matgerðini.