Í dag letur matstovan NOMA uppaftur, eftir at hon hevur verið stongd í eitt ár. Danska matstovan var fýra ferðir kosin heimsins besta matstova – tað var árini 2010, 2011, 2012 og 2014.
NOMA helt til á Norðuratlantsbryggjuni – í sama bygningi sum føroyska sendistovan í Keypmannahavn – men nú er matstovan flutt á Refshaleøen.
– Um NOMA bjóðar ta vøru, sum vit eru von við, at hon ger, so kann matstovan aftur blíva heimsins besta, sigur matummælarin Ole Troelsø við TV2.
Nýggja konseptið hjá NOMA er, at matstovan broytir munandi um sína matskrá fyri ymisku árstíðirnar.
– Í grundini fer NOMA aftur til tíðina, tá ið matstovur ikki høvdu frystarar, men máttu brúka matin, sum hóskaði til árstíðina, sigur Ole Troelsø.