Noma á heimstindinum

Danska matstovan á Norðurbryggjuni hevur vunnið seg aftur á sessin sum heimsins besta

 

 

Fyri løtu síðani kunngjørdi Restaurant Magazines listan fyri 50 tær bestu matstovurnar í heiminum. Leistin verður dagførdur eina ferð um árið, og Noma hevur áður verið á toppinum, men tann heiðurin misti matstovan í fjør.

 

Tá vann spanska El Celler de Can Roca í Catelonia heiðurin, men nú hevur Noma altso aftur troka seg á oddasessin. Spanska matstovan er nummar tvey, og italska Osteria Fracescana, sum liggur í Modena, er nummar trý.

 

Noma, sum heldur til á Brygjuni, hevur norðurlendskar rávørur og matgerðarsið í hásæti, og eru tað Claus Meyer og Rene Redzepi, sum standa fyri matstovuni.

 

 

Danir hava eisini eina aðra matstovu við á listanum. Tað er Geranium, sum liggur á Østerbro. Geranium er nummar 42 á listanum.