Nólsoyingurin bjóðar seg fram

Leygardagin varð skipað fyri stórum tombola til frama fyri Nólsoyingin, sum aftur fer at luttaka í kappróðri í summar.

10-mannafarið Nólsoyingurin er í vetur settur í stand, pussaður og málaður, og um dagarnar varð hann eisini flotaður.

 

Nólsoyingar eru spentir eftir at vita, hvussu hetta nú man fara at ganga hjá ungu monnunum sum hava gjørt av at manna bátin.

 

Leygardagin varð skipað fyri stórum tombola-tiltaki til frama fyri Nólsoyingin, og her var hópur av fólki og stuðlaði.

 

- Tit skulu minnast til, at tit hava nógvar fjepparar og stuðlar, og vit eru mong, sum fara at lurta eftir kappróðrinum í summar.

 

Tað siga nólsoyingar, sum geva seg til kennar á facebook-síðuni , Nólsoy - Nú og Tá, haðan viðheftu myndir eisini eru.