Tá Nólsoyar manskór í farnu viku vóru á ferð í Íslandi, vitjaðu teir eisini á Grettirs garði, Bjørg.
Tað var ein minningarríkur túrur, ið Nólsoyar manskór og ein dansibólkur gjørdu í Íslandi í farnu viku.
Teir koyrdu Island runt, upp til Akureyri fyrst, har teir búleikaðust í tríggjar dagar og gjørdu fleiri útferðir og høvdu fleiri framsýningar.
Síðani var farið eftir vesturlandinum oman til Reykjavíkar, har somuleiðis var gist í tríggjar nætur.
Eisini har vórðu gjørdar fleiri útferðir, har tann eina var gjør til gamla garðin hjá Gretti Ásmundarson, Bjørg.
Garðurin stendur ikki á júst sama stað, sum gamli Grettisgarður, sum lá heldur til høgri fyri verandi garð.
Ein minnispláta er sett upp nærhendis garðinum, sum eisini var hugt eftir.
Hendan útferðin var ein av høvuðs upplivingunum á túrinum, vóru nólsoyingar samdir um.