Nólsoyingar til Lofoten at spæla sjónleik

Níggju ungfólk úr Nólsoy eru á veg til Lofoten í Noreg, har tey skulu spæla sjónleikin »Vøkuljóð« á einum sjónleikafestivali

Seinastu tíðina hava tey vant sjónleik í Nólsoy. Tað eru níggju ungfólk, ið saman við teimum trimum Eyð Matras, Sonju Schneider og Hilmari Joensen, hava vant leikin, sum tey eisini sjálvi hava gjørt.

Leikurin snýr seg um ein ungan mann, sum fer inn í seg sjálvan til tess at finna dirvi til at seta seg upp ímóti pápa sínum.

Saman við ungum fólki úr Noreg, Svøríki, Finnlandi og Russlandi skulu ungu leikararnir úr ungmannafelagnum Royndini hava framførslu í Lofoten

Eyð Matras sigur við Sosialin, at tey hava gjørt nógv burtur úr venjingunum í Nólsoy og at bygdarfólkið hevur hjálpt væl til við at tilevna ymsu lutirnar, sum verða brúktir í leikinum.

Hon sigur eisini, at nógvur dentur hevur verið lagdur á tað visuella, og at orðini í leikinum tí ikki eru so nógv, sum vanligt er.

Sjónleikararnir hava fingið góðan stuðul. Tey hava havt fleiri tiltøk at savna pening, eins og tey hava fingið stuðul frá stovnum og fyritøkum.