Nólsoyingar mótmæltu í Tinganesi

- Verandi farmatúrar hóska illa til flutning av handilsvørum, og lítið væntar í, at mjólkin er súr, fruktin spilt og blómurnar følnaðar, tá tær koma til brúkaran.

- Tað er gott at búgva í Nólsoy, men óskilið á ferðasambandinum er ein stórur meinbogi. Ternan varð riggað til sigling um Nólsoyarfjørð, eitt nú við lyftu til serligan tørv, men hon verður ferð eftir ferð tikin frá okkum.

 

Tað siga nólsoyingar, sum fyrrapartin hava handað landsstýrismanninum í samferðslumálum, Jóhan Dahl, eina áheitan um at fáa í lag eitt hóskiligari ferðafólka-og farmasamband.

 

Tey vóru millum 60 og 70 í tali, tá tey við skeltum og væluppløgd at hitta landsstýrismannin møttu í Tinganesi stutt eftir klokkan 11.

 

Nólsoyingarnir vísa á, at Silja Star, sum í løtuni røkir farleiðina, tekur 48 ferðafólk, men hevur bara 36 setur í salónunum.

 

- Dagliga ferðast umleið 50 fólk um fjørðin til arbeiðis og í skúla, so ofta eru fleiri, sum mugu standa, og ávísar túrar sleppa øll ikki við. Báturin er heldur ikki egnaður til koyristól, barnavogn og tílíkt.

 

Lagt verður aftrat, at tá gestir koma til Nólsoyar, hendir ofta, at báturin má sigla eykatúrar. Fleiri dømi eru eisini um, at ætlaðar vitjanir til tiltøk í Nólsoy verða avlýstar orsakað av tí ivasama ferðasambandinum.

 

- Hetta kemur sera illa við, tá roynt verður at skipa fyri tiltøkum í bygdini. Hesin trupulleiki veksur støðugt, nú summarið nærkast. Hetta stendur í grefligari andsøgn til íløgurnar í at menna ferðavinnu í Føroyum.

 

Nólsoyingar siga, at týsdag og hósdag eru farmatúrar við Sam, men eingin tíð er til avskipan. Tí er trupult at fáa vøru, sum ikki kann berast, í oynna.

 

- Verandi farmatúrar hóska illa til flutning av handilsvørum, og lítið væntar í, at mjólkin er súr, fruktin spilt og blómurnar følnaðar, tá tær koma til brúkaran. Tørvur er á farmatúrum í minsta lagi mánadag, mikudag og fríggjadag við nøktandi tíð til avskipan.

 

At enda heita nólsoyingar á landsstýrismannin um at fáa í lag brúkiligt ferðafólka- og farmasamband til Nólsoyar.

 

Jóhan Dahl, landsstýrismaður, segði, at nólsoyingar væntandi fáa Ternuna aftur á hvítusunnu, eins og hann væntaði, at nýggja nólsoyarferjan verður liðug í 2016.