Tað kom týðiliga fram á einum fundi í øðrumhøpi, at nólsoyingar als ikki eru nøgdir við Silju Star.
Fundur var hildin í Kunningarstovuni um annað, men har kom týðiliga fram, at nólsoyingar ikki eru nøgdir við at hava Silju Star siglandi á farleiðini nú summarið mærkast.
Tað kom fram, at tveir barnagarðar høvdu ætlað sær ein túr til Nólsoyar, men vóru settir aftur, tí Silja Star tekur einans 48 ferðandi. Og tá talan var um rættiliga stórar barnagarðar, kundi ikki roknast við, at øll sluppu við sama túr, og kanska máttu spjaða seg yvir tríggjar túrar.
Somuleiðis eru nólsoyingar firtnir um, at eingin vøra av nøkrum slag verður førd við Silju Star, sjálvt ikki ein mjólkarpakki verður tikin við.
Og so spyrja nólsoyingar eisini hvat hendir við tí fremmanda ferðafólkaflutningi, sum vanliga er um summarið, tá væntst kann, at helvtin stendur eftir á keiini í Havn - ella Nólsoy.
Fundurin metti heilt greitt, at Strandferðslan gjørdi alt ov lítið fyri at tryggja nólsoyingum gott ferðasamband.