Í góðveðrinum í dag hava nólsoyingar verið í royting eystantil á oynni, og tað gekk hampiliga væl.
Terir fóru avstað um átta tíðina, og vóru lidnir um 15-tíðina.
Fyrr í vikuni róku teir vestaru gongurnar, og í dag tóku teir so restina, sum var eystantil. Tað vil siga Urðina og Dalarnar.
Fyrr í vikuni vóru teir ikki so væl mannaðir, tí menn arbeiða sum vera man í Havn, eisini onkur av seyðamonnunum, og tað er ikki altíð so lætt at leypa frá.
Urðarnar eru ofta nokk so ringar at fáast við, men hesaferð gekk heilt hampiligt.
Myndina hevur ein av seyðamonnunum, Jákup av Skarði, tikið suðuri á Urð.