Strandferðslan hevði sett Sam inn á Nólsoyarleiðina í dag, og so kundu oljufeløgini levera.
Nólsoyingar hava sjálvandi sínar trupulleikar, tá Skopunarleiðin fer í svart, sum ofta sker.
At Nólsoyingar ikki hava møguleika at fáa bil um fjørðin er sjálvandi eitt. Men tá teir so eru avskornir i vikuvís, fyri ikki at tala um mánaðarvís, so verða trupulleikar.
Og nú skjótt tveir mánaðir eru farnir, síðani føst rutusigling við bilferju hevur verið, byrjar tað at verða ov leingi til, at oljutangarnir og ruskspannirnar verða fyltar og tømdar.
Men í dag var tað so tann gleðiliga hending, at Strandferðslan setti inn Samá Nólsoyar leiðini, so bæði oljubilar og ruskbilar kundu serviserað Nólsoy.
So nú klára Nólsoyingar seg eina tíð uttan bilferju.