Tað var stór undirtøka, tá Elin Lindenskov var í Nólsoy og lærdi nólsoyarkonur at gera sápu úr tálg. Kunningarstovan í Nólsoy stóð aftanfyri tiltakið, men slíkt krevur pláss, og tí gekk alt fyri seg í Royndarhúsinum.
Sagt verður úr Nólsoy, at nógvar konur og onkur maður vóru við á skeiðnum, sum Elin so hegnisliga tók sær av. Tey luttakandi møttu upp við seyðatálg, frystari í einum mjólkarpakka - og onkur møtti við neytatálg.
Tað hevur stóran týdning, at alt fer rætt fram, tá lagt verður til brots, og Elin Lindenskov hevði mælt til, at fólk vóru í trygdarbrillum og handskum, meðan tey vóru í gongd.
Elin hevði ymiskt tilfar við sær úr Havn, eitt nú ymiskan anga at dyppa í, so tú fekst tann ynskta roykin í sápuna. Disa Christiansen í Nólsoy, ið er kend fyri sínar náttúruúrdráttir, hevði sín egna anga við, eitt nú turkað rósinbløð, smæru og pelagoniur.
Tá tálgin varð hitað, sá hon út sum suppa, og rørast skuldi leingi, til hon stadnaði. Men, so kendist tað kortini, sum hon stadnaði knappliga, og tá var at bera skjótt at og stoyta niður í sápuformarnar.
Sigast má, at rættiliga stórur áhugi var fyri hesum skeiðnum í Nólsoy, og ivaleyst mundu nógvar nólsoyarkonur fara avstað aftur, tá liðugt var, við einari hollari vitan um, hvussu tú kanst evna sápu burtur úr tálg.