Nólsoy er ein perla

Tað segði borgarstjórin, Heðin Mortensen, undir setanarrøðuni av ovastevnuni fyri løtu síðani.

 

Orsakað av regninum var setanin flutt inn í matartjaldið á keiini, og tað er helst sama vána veðri fyri at takka, at áhoyrarafjøldin var so mikið lítil, sum hon nú einaferð var.

 

Heðin Mortensen rósti nólsoyingum sum samfelag fyri at hava skipað fyri stevnuni øll hesi árini, og vísti til kendu orðini í grindavísuni um, at »nolsinge kan man stole på«.

 

Hann vísti til svimjingina, sum í ár er útsett, og hann vísti til kabarettina, sum í ár er fyri 20. ferð.

 

Hann tosaði eisini um dagin tá Ove Joensen kom á Langelinje, og hvussu ein kona kom leypandi við einari grýtu við einum røstum hálsi í til Ova at eta.

 

Nólsoy er ein perla, staðfesti borgarstjórin, Heðin Mortensen, í setanarrøðu síni.