Nólsoy - eitt paradís hjá børnum

Tær góðu løturnar, sum hava verið um dagarnar, hava nógv børn verið at sæð í fjøruni í Nólsoy.

Hóast fólkatalið i Nólsoy er minkað, um hugt verður eini 20-30 ár aftur í tíðina, so er bygdin framvegis eitt paradís hjá børnum, tá góðu løturnar eru. Fólkatalið í Nólsoy man í dag liggja um stívliga 200.

 

Samanhaldið er gott og um høgtíðirnar, tá flestu hava frí í nakrar dagar, eitt nú um páskahøgtíðina, leita nógv, sum á ymiskan hátt hava tilknýti til bygdina, sær út aftur til Nólsoyar.

 

Teir góðu dagarnar í hesi vikuni hevur nógv fólk verið at sæð í Nólsoy, og børnini hava stuttleikað sær óført, sum henda myndin eisini vísir. Á høgu fjøruni hesa løtu eru nógv børn í fjøruni og leita eftir krabbum.

 

At nólsoyingar hava verið á fjalli um dagarnar, hevur eisini gjørt, at menn, sum búgva aðrastaðni, men eiga jørð og seyð í Nólsoy, hava leitað sær út um fjørðin til tað sosiala virksemi, sum er knýtt at seyðahaldi. 

 

Myndina hevur Evy T. Nielsen tikið.