Nóllywood í Havnar Bio

Í morgin verður høvi at síggja tríggjar spildurnýggjar stuttfilmar, sum eru framleiddir av okkara ungu filmsspírum.

 Í morgin, fríggjadag 10. juli, verður høvi at síggja tríggjar spildurnýggjar stuttfilmar, sum eru framleiddir av okkara ungu filmsspírum. Filmarnir Óvissa, Birting & At liva við tí eru framleiddir á filmsskúlanum Nóllywood, ið byrjaði 1. juli og endar í morgin við frumsýning í Havnar Bio.

 

1. apríl 2005 varð filmverkstovan Klippfisk stovnað við tí endamáli at veita praktiskan stuðul og ráðgeving til skaparar innan filmsmiðilin í Føroyum. Tað hevur ikki ligið stilt hjá Klippfisk, og stóra tilgongdin av ungum og frískum kreftum til filmsfakið hevði við sær, at filmsskúlin Nóllywood varð settur á stovn í 2010.

 

Hetta varð gjørt við tí endamáli, at ungdómar í aldrinum 14-18 ár kundu nema sær grundleggjandi vitan innan teknisku og listarligu greinarnar av filmsskapan. Skúlin varð hildin í eina viku í Nólsoy, haðani navnið kom. Nóllywood gjørdist afturvendandi hvørt ár, og í ár eru fyri 6. ferð 15 ung fólk savnað, hesa ferð á Føroya Fólkaháskúla í Tórshavn.

 

Umframt undirvísing og ymsar uppgávur, hava luttakararnir framleitt tríggjar stuttfilmar. Tveir eru fiktiónsfilmar; Óvissa er ein psykologiskur thrillari, og filmurin Birting er ein frásøgn um at kenna seg skeivan í egnum kroppi. Harumframt er fyri fyrstu ferð ein dokumentarfilmur framleiddur á Nóllywood. Heiti á hesum filminum er At liva við tí, og snýr seg um at koma víðari aftan á eina kreppu.

 

Luttakararnir hava sjálvir skapt søgurnar, skrivað handrit, funnið upptøkustað, sjónleikarar og alt annað, sum er partur av einari filmsframleiðslu.

 

Til ber at síggja filmarnar til sýningina, ið verður í Havnar Bio fríggjadagin 10. juli kl. 14:00. Atgongumerki kostar kr. 20,00 og fæst til keyps á heimasíðuni hjá Havnar Bio.