Noktar teimum neyðstøddu hjálp og verju

Tey neyðstødddu og svøltandi flóttafólkini í Darfur fáa ikki hjálp, tí sudanski forsetin sigur nei

Darfur

Afrikanski Eindarfelagsskapurin AU hevur biðið altjóða samfelagið senda eina friðarvarðveitandi herdeild til sudanska landspartin Darfur. AU hevur 6.800 hermenn í økinum, men teir megna ikki at verja sivilfólkið ímóti ágangi. Tvørturímóti eru vápnað lið farin at gera seg inn á hermenninar hjá AU, sum tí hevur vent sær til ST um hjálp.

Men sudanski forsetin, Omar al-Bashir, hevur svorið at beina fyri ST-hermonnunum, koma teir hagar uttan loyvi frá stjórn hansara.

-Darfur verður ein kirkjugarður hjá teimum fremmandu ST-hermonnunum, sigur forsetin við fronsku tíðindastovuna AFP. Hann leggur afturat, at hava hermenninir hjá Afrikanska Eindarfelagsskapinum hug at fara til hús, kunnu teir bara stinga í sekkin.

ST hevur skotið upp at senda 14.000 hermenn til Darfur at verja sivilfólkið, sum eru vorðin offur í stríðnum ímillum uppreistrarmenn og sudanska stjórnarherin.


Eisini í Tjad

Altjóða hjálparfelagsskapirnir siga, at sannur ruðuleiki valdar í Darfur. Fleiri vápnað stríðast ímóti hvør øðrum, uttan at tað ber til at siga, hvat tey stríðast um. Antonio Guterres, flóttafólkakommiserur hjá ST, segði í síðstu viku, at kreppan í Darfur er tann ringasta av sínum slagi í heiminum, og at støðan versnar í hvørjum.

Í seinastuni eru vápnað lið eisini farin at gera seg inn á flóttafólkini, sum eru flýdd úr Darfur, og sum halda til í legum í grannalandinum Tjad. Hildið verður, at umleið 200.000 flóttafólk hava verið í legunum har, men nú tey eisini verða álopin har, hava umleið 10.000 valt at venda aftur til Darfur. Men tað er sum at fara úr øskuni í eldin, skrivar AFP.

Eingin veit við vissu, hvussu mong fólk hava latið lív í ófriðinum í Darfur, men ST sigur, at talan er um mong túsund. Harafturat eru meiri enn tvær milliónir fólk rikin frá húsi og heimi, og mong teirra líða hungur.