Maðurin, sum er ákærdur fyri at hava tikið lívið av 20 ára gomlu íslendsku kvinnuni, Birnu Brjánsdóttir, hevur verið í rættinum í Reykjavík í dag
Og har endurtók tað, hann alla tíðina hevur ført fram, nevniliga at hann er ósekur, sigur íslendska kringvarpið nú seinnapartin.
Hann er eisini ákærdur fyri at hava roynt at smugla 23,4 kilo av hassji til Grønlands, men eisini í hesum føri noktar hann seg sekan.
Annars hevur leingi verið frammi, at hann játtar seg sekan í smuglingini.
Á rættarfundinum í dag vórðu prógvini løgd fram umframt úrslitið av eini sálarfrøðiligari kanning av tí ákærda manninum.
Í Íslandi vænta tey, at rætturin verður liðugur at viðgera málið og kann fella dóm í málinum, áðrenn summerfrítíðina í juli.










