Noktar seg sekan í drápi

Tann kendi leikritahøvundurin og filmsstjórin Roger Avary er ákærdur fyri óviljað manndráp og skal møta í rættinum í februar.

Hann er ákærdur í samband við eina ferðsluvanlukku í januar. Roger Avery koyrdi við kenning og fór útav við tí úrsliti, at ein maður, sum var í bili hansara, doyði. Roger sjálvur fekk ikki skaða, men kona hansara fekk stóran skaða, men slapp við lívinum.

Roger Avery noktar seg sekan í óviljaðum manndrápi, men verður hann dømdur sekur, kann hann fáa upp í 11 ára fongsul.

Saman við Quentin Taratino skrivaði Roger Avery leikritið til filmin "Pulp Fiction", sum teir fingu Oscar-virðisløn fyri.