Tann 68 ára gamli maðurin, ið er skuldsettur fyri at hava dripið ein 61 ára gamlan mann í gjárkvøldið, noktar seg sekan.
Í løtuni fer grundlógaravhoyring fram í Føroya Rætti, og har hevur tann skuldsetti noktað seg sekan.
Tann skuldsetti er í fyrsta lagið skuldsettur fyri manndráp. Í rættinum kom fram, at tann 61 ára gamli er stungin í bringuna við knívi. Í øðrum lagi er tann 68 ára gamli skuldsettur fyri serliga grovan harðskap við deyða sum fylgju.
Ákærin kravdi, at avhoyringin henda seinnapartin fer fram fyri afturlatnum hurðum, tí hann heldur, at tað annars kann órógva kanningararbeiðið hjá politinum.
Verjin, sum er Jógvan Páll Lassen, mótmælti hesum kravinum og grundgav tað við, at tað hevur verið ein massiv umrøða av málinum í miðlunum í dag, sum hevur verið sera einsíðug. Tískil var hetta einasti møguleiki hjá skuldsetta manninum at verja seg.
Dómarin í Føroya Rætti vísti kravinum um afturlatnar dyr frá sær, men setti referatforboð.
Fleiri fólk skulu avhoyrast í málinum.
Í rættinum kom fram, at tann skuldsetti eigur húsini, har hendingin fór fram í ovaru hæddini klokkan 21.30 í gjárkvøldið.