Maðurin, sum er skuldsettur fyri at havabeint fyri Pidda Hansen úr Runavík, skal sita í varðhaldi í fýra vikur afturat.
Tað hevur Føroya Rættur avgjørt í dag.
Sostatt skal hann sita í varðhaldi til 28. desember, sigur løgreglan í kvøld.
Løgreglan sigur, at tann skuldsetti noktar seg framvegis sekan og hevur kært úrskurðin hjá Føroya Rætti til Landsrættin.
Føroya Rættur hevur eisini, eftir umbøn frá løgregluni, avgjørt, at varðhaldsfongslaði maðurin skal mentalkannast og henda avgerðin er ikki kærd.
Rættarfundurin í dag varð hildin fyri afturlatnum hurðum fyri at upplýsingar, sum kunnu órógva kanningina hjá løgregluni, skulu verða almennar.