Noktar fat hava snýtt vinmannin

PIDDAMÁLIÐ Maðurin, sum er ákærdur fyri at hava dripið Dánjal Petur Hansen, er eisini ákærdyr fyri svik

Maðurin, sum er ákærdur fyri at hava dripið Dánjal Petur Hansen, er eisini ákærdur fyri umfatandi svik við einum visakorti.
Í gjár var so dagurin komin, har tann ákærdi sjálvur fekk høvi at greiða frá síni søgu.
Í allan gjár varð hann tráspurdur um sín leiklut í sambandi við Pidda.
Men hann er eisini ákærdur fyri at hava misbrúkt visakortið hjá einum vinmanni.
Tilsamans er hann ákærdur fyri at hava brúkt visakortið hjá honum í august og september í fjør.
Hann er eisini ákærdur fyri at hava roynt at misbrúka visakortið hjá vinmanninum í oktober.
Í fleiri umførum er hann ákærdur fyri at hava stolið visakortið og brúkt tað, men hann hevði eisini lisið pinkotuni og brúkt visakortið tann vegin.
Áðrenn tað hevði eisini roynt at fingið eitt bankafólk av siga sær pinkotuna, men tað miseydnaðist, tí tað vildi bankafólkið ikki.
Tilsamans er maðurin ákærdur fyri at hava tikið 66.000 krónur av visakortinum hjá manninum.
Fjúrtan ferðir í august og september hevur hann tikið pengar av kortini. Onkrar dagar hevur hann tikið pengar út tríggjar ferðir og tann eina dagin fekk hann tilsamans 5000 krónur út.
Somuleiðis hevur hann fingið sær einar 1000 krónur í talitíð á telefonina við visakortinum hjá vinmanninum.
Men harafturat hevur hann roynt at fáa sær yvir 2200 krónur afturat í talitíð í oktober í fjør, men tað miseydnaðist, tí tá hevði vinmaðurin varnast, at pengar vórðu tiknir av kortinum og hevði stongt tað.
Samstundis hevði vinmaðurin meldað stuldurin.

Noktar seg sekan
Maðurin noktar seg sekan í øllum. Hann sigur, at vinmaðurin var gamal og hevði onki koyrikort. Av tí sama hevði ákærdi hjálpt honum at keypa. Í hesum sambandi hevði hann tikið pengar út fyri mannin, men hann hevði fingið avlopið aftur
Hann hevði eisini arbeitt upp á bilin hjá vinmanninum. Hann vildi ikki hava pengar afturfyri og tí hevði vinmaðurin fylt talitíð á telefonina hjá honum aftyrfyri.
Samstundis hevði hann lænt pengar frá vinmanninum, men teir hevði hann afturgoldið.
Hann hevið lænt pengarnar, tí hann var ikki væl fyri fíggjarliga við tað, at hann hevði ikki arbeitt eina tíð, tí hann hevði verið sjúkur.
Av tí sama var hann í ALS, men har fekk hann bara 2000-3000 krónur útgoldnar um mánaðin.
Tá hann arbeiddi fekk hann upp ímóti 4000 krónur um vikuna eftir skatt.
Han leigaði
Tá ið hann fór at arbeiða aftur, hevði hann goldið vinmanninum alt aftur.
Hann vísti aftur, at hann hevði eisini aftur, at hann hevði tikið pengar út av kontuni hjá vinmanninum.
Nú verður hann tráðspurdur um Pidda og, hvønn leiklut hann hevði í, at hann er horvin og tað fer at vara nakað væl eftir døgverða.