Noktaði at spæla við eykaliðnum

Victor Valdés er óynsktur í Manchester United og Louis van Gaal avgjørdi longu farna kappingarár at selja fyrrverandi málverjan hjá Barcelona.

Victor Valdés slapp at verja málið hjá Manchester United seinasta leikumfar seinasta kappingarár, men nú sigur venjarin hjá Manchester United, Louis van Gaal, at hetta var gjørt fyri at gera tað lættari at selja málverjan.

 

Nógvar leysasøgur ganga, um at Real Madrid skal vera áhugað at keypa David de Gea, og tí kom tað óvart á mong, tá eykamálverjin, Victor Valdés, ikki fór við liðnum á venjingarlegu í USA. 

- Hann er ikki tikin við, tí hann ikki vil fylgja mínari ella okkara filosofi. Tá er ikki pláss fyri honum, segði Louis van Gaal á tíðindafundinum í gjár.

 

Louis van Gaal nevnir sum eitt dømi, at Victor Valdés farna kappingarár noktaði at spæla við eykaliðnum.

- Tað er ein partur av okkara filosofi. Tá man ikki vil fylgja prinsippunum og filosofiini, so er tað bara ein leið, og hon er út, segði Louis van Gaal.

 

Louis van Gaal váttar eisini, at Victor Valdés er til sølu. Spanski málverjin var illa skaddur, tá hann gavst í Barcelona, men fekk í oktobur í fjør høvi at venja saman við Manchester United, áðrenn hann í januar skrivaði undir ein sáttmála í hálvt annað ár.

Louis van Gaal dylir ikki fyri, at hann er vónbrotin av hugburðinum hjá málverjanum. 

- Fyri okkum er hetta eitt stórt vónbrot. Vit hildu, at hann fór at fylgja okkara filosofi. Tað er spell, við tað, at vit góvu honum møguleikan at koma fyri seg aftur og bjóðaðu honum sáttmála. Hann hevur verið førur fyri at spæla, men tá man ikki spælir á fyrsta liðið, so má man spæla við eykaliðnum. Tað er galdandi fyri allar spælararnar, men hann noktaði, segði Louis van Gaal. 

 

Sjálvur boðaði málverjin so seint sum í farnu viku, at hann ætlaði sær ikki at skifta felag, tí hann vildi vera verandi í Manchester United.