Noktaðu at cleara

Tað hevur fingið avleiðingar fyri tingarbeiðið, at Magni Laksáfoss clearaði fyri Kristin Michelsen fyrr í vikuni

Vanligt er, at tað ber til hjá tingmonnum at cleara fyri hvønn annan.

At cleara vil siga, at um einum berst frá at taka lut í einari atkvøðugreiðslu, so kann avtala gerast við ein, sum fer at atkvøða tað mótsatta um, at hann ikki atkvøður. Hetta ger, at styrkiviðurskiftini eru tey somu, men tvær atkvøður færri taka lut í atkvøðugreiðsluni.

Nú fyrrapartin noyddust tveir suðuroyartingmenn at fara av tingfundi, tí teir skuldu til jarðarferð í Suðuroy. Løgmaður royndi at gera avtalu við Sambandsflokkin ella Fólkaflokkin um clearing, men báðir floksformenninir søgdu kortanei.

Tað bar tó til at gera avtaluna við tingmennirnar hjá Sjálvstýri.

– Sjálvandi skulu teir báður sleppa til jarðarferðina, so clearingina gera vit fegnir, segði Kári P. Højgaarrd, Sjálvstýri