Nokta seg sekar

Teir tríggir menninir, sum sambært donsku løgregluni komu úr Svøríki til Danmarkar gjáranáttina við tí fyri eyga at søkja at Jyllands-Postinum í Keypmannahavn, nokta seg sekar.

Teir vilja heldur ikki siga nakað.

Teir tríggir eru í rættinum í Glostrup júst nú, og har skal dómarin taka støðu til eina áheitan frá løgregluni um at varðhaldsfongsla teir tríggjar.

Tann fjórði maðurin, sum bleiv tikin í Greve, verður latin leysur, men danska løgreglan sigur, at hann er kortini framvegis skuldsettur. Maðurin, sum er ættaður úr Irak, býr í Danmark.