Nokta Sea Shepherd at koma til Havnar

Sea Shepherd sleppa ikki at eiga býarmyndina í Havnini í alt summar, staðfestir borgarstjórin

 

Tá ið Sea Shepherd kemur vælmannað aftur til Føroya nú í summar, skulu tey halda seg vekk úr sjálvari Havnini. Ætla tey sær til Havnar við skipum og mótmælisgongu, sleppa tey ikki longur enn í útjaðaran í Tórshavnar Kommunu. 

 

Tað staðfestir Heðin Mortensen, borgarstjóri.

 

Hann sigur, at tað merkir, at Skip frá Sea Shepherd sleppa ikki at bryggju í Havnini, og verður skipað fyri mótmælistiltøkum, verður tað langt uttanfyri miðbýin.

 

Tá ið Sea Shepherd vóru her í fjør, høvdu tey eina tvíkilju við sær og hon slapp ikki at bryggju í Havn.

 

Hesa ferð, Sea Shepherd koma, hava tey fleiri, og størri skip við sær, men Heðin Mortensen sigur, at støðan verður tann sama, tí skipini hjá Sea Shepherd sleppa ikki at leggja seg at bryggju í Havn.

 

Hinvegin sigur hann, at tey fara ikki at nokta skipunum at taka proviant og at bunkra vatn og olju. Men skulu skip frá Sea Shepherd at bryggju í Tórshavnar Kommunu, má tað vera inni á Sundi, ella onkustaðni á Kollafirði.

 

Hann sigur, at tey sleppa heldur ikki at skipa fyri mótmælistiltøkum í miðbýnum í Havn.

 

Í fjør fingu tey ávíst eitt pláss á Karlamagnusarbreyt at mótmæla á og borgarstjórin sigur, at tað verður sama støða í ár.

 

- Tað verður ikki Sea Shepherd sum skal eiga alla býarmyndinia í Havnini í alt summar. Tað kunnu vit ikki góðtaka, og tí skal alt virksemi hjá teimum verða uttanfyri Havnina, sigur Heðin Mortensen.