Soleiðis kundi Portalurin á fólkatingsvalinum 15. september kunngera úrslitið meira enn ein tíma áðrenn almenna úrslitið kom út – og harvið var valið avgjørt. Valnevndin kann sjálvandi ikki koma út við endaliga úrslitinum, fyrr enn tað er avstemmað 100 prosent. Men tað kundu miðlarnir.
Men hetta vildi forkvinnan í valevndini í Havn, Bjørgfríð Ludvík, ikki skuldi endurtaka seg til løgtingsvalið. Hon noktaði fjølmiðlunum at síggja tølini. Miðlarnir hava fyrr kunnað fylgt við, meðan tey leggja saman og soleiðis loypandi koma við eini støðumynd úr Høllini á Hálsi.
Hvat endamálið var við hesum, er ilt at siga. Tað kann bara vera onkur illvilji móti miðlunum, tí tað er púra endamálsleyst at taka slíkar tápuligar avgerðir – bara fyri at forða miðlunum at arbeiða.
Vónandi hugsar valnevndin seg betur um eina aðru ferð. Valið er alment, og sjálvandi skulu miðlarnir kunna fylgja við.