Í gjár fóru tveir útlendskir ferðamenn niðan á Villingadalsfjall norðan fyri Viðareiði við tí fyri eyga at liggja í tjaldi á fjallinum í nátt. Men løgreglan sigur, at bóndin fór eftir teimum tí hann vildi ikki lata teir sleppa at liggja nátt á fjallinum í tjaldi.
Løgreglan sigur, at har er bratt, og tað var rættiliga hált, so av trygdarávum varð tað ikki mett at vera ráðiligt hjá teimum at vera á fjøllunum. Serliga tá ið hugsað verður um, hvussu ringar royndir vit hava av, at ferðafólk fara í fjøllini, varð hildið at vera best at fáa teir oman aftur. Menninir høvdu heldur ikki biðið um loyvi til at fara í fjøllini.
Løgreglan sigur, at í fyrstuni skiltu menninir ikki álvaran í støðuni, men tá ið teir fingu eina frágreiðing, komu teir við oman aftur.