Telefeløg, sum skulu vera við í útboðnum um rættin at gera 5G-netverk í Svøríki, mugu ikki nýta útgerð frá kinesisku telefeløgunum Huawei og ZTE.
Tað hava svensku telemyndugleikarnir gjørt av sambært tíðindastovuni TT.
Í november fer svenska post- og telestýrið (PTS) fyri fyrstu ferð at halda uppboðssølu fyri sonevndar 5G-frekvensir.
Í hesum sambandi hevur PTS sett nøkur krøv, sum hava til endamáls at verja tjóðartrygdina í Svøríki.
Krøvini eru gjørd í samstarvi við svensku verjuna og trygdartænastuna.
Og millum treytirnar fyri at taka lut er altso, at luttakararnir í uppboðssøluni ikki mugu nýta útgerð frá hvørki Huawei ella ZTE.
Feløg, sum longu nýta útgerð frá hesum báðum feløgum skulu taka hesa útgerð niður áðrenn januar 2025.
Fýra umsøkjarar eru longu góðkendir at vera við í fyrstu uppboðssøluni. Tað eru telefelagið 3 (Hi3G), Telenor (Net4Mobility), Telia og Teracom.
Fyrsta uppboðssølan verður helst 10. november.
– Eg eri fegin um, at vit hava fýra góðkendar boðgevarar á uppboðssøluni. Tað tryggjar góða kapping, skjótan vøkstur og góða tænastumenning, sigur Dan Sjöblom, aðalstjóri í PTS, sambært TT.
/ritzau/