Nokta blankt at steingja tey smáu sjúkrahúsini

Tað, sum nú fer fram, er ein herferð ímóti smáu sjúkrahúsunum

Tað, sum er hent hesa seinastu tíðina, er ein herferð ímóti teimum smáu sjúkrahúsunum í Suðuroy og í Klaksvík.

 

Tað helduer Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, nú læknar í hópatali hava ávara um gongdina í føroyska heilsuverkinum. Hann er sannførdur um, at endamálið at beina fyri smáu sjúkrahúsunum.

 

Bjørn Kalsø staðfestur, at smáu sjúkrahúsini eru ikki trupulleikin.

 

- Tey virka væl ogeftir míni bestu sannføring, eru tey ein grundleggjandi partur av heilsuskipanini, bæði í lokaløkinum og fyri borgarar um alt landið, sigur Bjørn Kalsø.

 

- Tí skulu tey smáu sjúkrahúsini mennast enn meira. Og tað eigur at verða gjørt við at leggja hóskandi sergreinar,  uppgávur og ábyrgdarøki í trygga legu har, sigur landsstýrismaðurin.

 

- Vit skulu  eisini gera okkum greitt, at Landssjúkrahúsið fær ongan fyrimun av, at smærru sjúkrahúsini verða fyribeind. Landsjúkrahúsini er ovbyrjað sum er, og skal tí sjálvsagt eisini raðfestast og fáast at virka enn betur.

 

- Vit eiga at sláa manngarð um smærru sjúkrahúsini og avvísa blangt at niðurleggja leiðslurnar har, staðfestir landsstýrismaðurin.

 

 

Les meiri um, hvat landsstýrismaðurin heldur um sjúkrahúsini, við at trýsta HER

 

 

- Leiðin at ganga er, at vit halda rimmar fast við galdandi sjúkrahúslóg, har tað er ásett, at vit skulu hava trý sjúkrahús við hvør sínari leiðslu.

 

Bjørn Kalsø sigur, at tí eigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, beinanvegin at gera eitt greitt uppgávu- og ábyrgdarbýtið millum tey trý sjúkrahúsini og harvið fastleggja, hvørjar sergreinar og tænastur tey trý sjúkrahúsini skulu røkja hvør sær, og hvørjar serviðgerðir vit skulu samstarva við onnur lond um.