Danska vinnumálaráðið hevur nú gjørt av at nokta BankNordik at gjalda partaeigarunum so stórt vinningsbýti, sum bankin fyri stuttum boðaði frá, at hann ætlaði. Tað skrivar Børsen.
Orsøkin er, at bankin hevur fingið lut í bankapakkunum og ein treyt fyri tí er, at bankin bara kann lata vinningsbýti av avlopinum og ikki eisini av kapitalgrundarlagnum.
Bankin ætlaði upprunaliga at gjalda vinningsbýti av øllum avlopinum í 2010, tilsamans 85 milliónir.
men danska vinnumálaráðið hevur gjørt av, at tað ber ikki til.
Sostatt kann bankNordik bara betala vinningsbýti av avlopinum í fjórða ársfjórðingi.
Tríggjar teir fyrstu ársfjórðingarnar kundi bankin slett ikki betala vinningsbýti, tí tað vóru treytirnar fyri at vera við í bankapakkanum.
Sostatt verður vinningsbýti bara ein lítil partur av tí, sum upprunaliga ætlanin var.










