Nokta at selja flogvøllin í Kastrup

Danski staturin hevur fingið tilboð upp á sín ognarlut í flogvøllinum í Kastrup

Danski staturin eigur 39,2 prosent av flogvøllinum í Kastrup, og fyrr í mánaðinum fekk Fíggjarmálaráðið eitt tilboð um at keypa ognarlutin hjá tí almenna. Danski staturin segði nei tak og staðfestir, at tey ætla ikki at selja sín part.

Hetta skrivar Jyllands-Posturin í dag.

Sølan av partabrøvunum í Københavns Lufthavn kundi givið statskassanum umleið 17,5 milliardir krónur, og nevndin fyri København Lufthavn hevði viðmælt søluni, tí hon helt, at fyrimunir vóru við henni.

Tey, sum ætlaðu at keypa, vóru Arbejdsmarkedets Tillægspension, ATP, og kanadiski pensjónsgrunnurin OTTP. Hesi feløgini eiga frammanundan 57,7 prosent av partabrøvunum í Københavns Lufthavn.