Tey, sum arbeiða á tíðindadeildini í Útvarpinum, vilja ikki lesa kunngerðir og ljóðlýsingar.
Føstu starvsfólkini á tíðindadeildini í Útvarpinum hava sent Jógvani Jespersen, kringvarpsstjóra eitt bræv, har tey siga frá, at tey vilja ikki lesa kunngerðir og ljóðlýsingar í Útvarpinum longur.
Tíðindafólkini vilja vera við, at tað er ørkymlandi fyri lurtararnar, at sama rødd lesur kunngerðir og tíðindi.
Sambært Dimmalætting hevur kringvarpsstjórin fingið hálvan annað mánað til at svara brævinum frá tíðindafólkunum.