Nokta at arbeiða upp á Vágatunnilin

Arbeiðið er gera tunnilin undir Vestmannasundi er fyribils lagt lamið, tí Føroya Handverksmeistarafelag sigur, at mannagongdin er greitt lógarbrot

Alt arbeiðið uppá at gera tunnilin undir Vestmannasundi eru er nú lagt lamið.

Tað er Føroya Handverksmeistarafelag, sum ikki vil góðtaka framferðina hjá nevndini fyri P/F Vágatunnilin.

Og tí hevur Meistarafelagið noktað øllum limum sínum at taka samráðingar upp við nevndina í P/F Vágatunlinum um arbeiði í sambandi við tunnilin.

?Tað, sum er farið fram er heilt greitt brot á lógina og tað kunnu vit ikki lata um okkum ganga, sigur Sven Roest, næstformaður í Føroya Handverksmeistarafelag.

Tað, sum hann sipar til, er framferðin í sambandi við vegagerðina til og frá tunlinum, bæði Streymoyarmegin og Vágamegin.

Arbeiðið varð boðið út í innbodnari lisitatión.

Men hóast Byggitek hevði lægsta tilboðið, hevur nevndin í P/F Vágatunlinum tikið samráðingar upp við J&K Petersen um at gera arbeiðið.

Hetta hevur sent ein skelk ígjøgnum alla byggivinnuna, tí tá ið talan er um innbodna lisitatión, kemur tað ikki fyri, at byggiharrin ikki tekur av tí lægsta tilboðnum.

Tá ið talan er um innbodna lisitatión eru tey, sum verða boðin at bjóða, frammanundan góðtikin at vera før fyri at útinna arbeiðið á fullgóðan hátt og tí stendur í lisitatiónslógini, at takast skal av tí lægsta tilboðnum.

Men at nevndin fyri P/F Vágatunnilin kortini í hesum førum hevur vrakað tað lægsta tilboðið, hevur fingið alla byggivinnuna at stúrsa við.


Boykotta tunnilin

Nú er eisini tað hent, at Føroya Handverksmeistarafelag er komið upp í málið.

Og fyribils hevur Meistarafelagið gjørt av at nokta øllum limum sínum at samráðast við P/F Vágatunnilin um arbeiðið í sambandi við undirsjóvartunnilin.

Sostatt er arbeiðið í veruleikanum lagt lamið fyribils.

Vit hava fingið fatur á Sven Roest, næstformanni í Føroya Handverksmeistarafelag, og hann sigur, at tað er neyvan nøkur fordømi í øllum Evropa um, at ein byggiharri ikki tekur av tí lægsta tilboðnum, tá ið talan er um innbodna lisitatión.

Í teimum førum, har tað kortini er hent, hevur verið talan um stór endurgjaldskrøv.

Og hann væntar eisini, at talan verður um endurgjaldskrøv í hesum førinum.

Hann heldur, at tað er ógvuliga sannlíkt, at Byggitek fer at leggja endurgjaldskrav ímóti Vágatunlinum fyri at hava mist arbeiðið.

Hann væntar eisini, at Føroya Handverksmeistarafelag fer at stevna Vágatunlinum fyri at hava brotið lisitatiónslógina.

Tí har stendur, at í innbodnari lisitatión skal takast av tí lægsta tilboðnum. Tað stendur eisini, at tað eigur ikki at verða samráðst við næstlægsta tilboð fyrrenn samráðingar við lægsta tilboð eru endaðar úrslitaleysar.

Sven Roest væntar eisini, at Byggitek fer at leggja endurgjaldskrav ímóti Vágatunlinum fyri at hava spilt umdømið hjá byggifelagnum.

?At nevndin fyri Vágatunlinum ikki vil taka av tí lægsta tilboðnum frá Byggitek, kann ikki tulkast øðrvísi enn, at hon hevur ikki álit á byggifelagnum og tað kann verða oyðileggjandi fyri umdømið hjá tí, sigur Sven Roest.

? Vit skulu minnast til, at Byggitek ikki minni enn tvær ferðir er boðið at bjóða uppá arbeiðini.

? Fyrru ferð varð útbjóðingin afturkallað, tí Føroya Handverksmeistarafelag vildi hava útbjóðingartilfarið broytt.

Men aftur, tá ið arbeiðið varð boðið út aðru ferð, varð Byggitek boðið við.

Nevndin fyri P/F Vágatunnilin tilskilaði sær rætt til at velja og vrakað ímillum tilboðini.

Men næstformaðurin í meistarafelagnum sigur, at hetta er bara ein áseting, sum verður brúkt, um viðurskiftini hjá einum byggifelag broytast heilt munandi frá tí, at tað verður boðið uppí lisitatiónina, inntil tað verður gjørt av, hvør skal hava arbeiðið.

?Talan kann t.d. verða um, at byggifelagið fær eitt ovurhonds stórt endurgjaldskrav. Í slíkum førum kann byggiharrin í vissum førum rættvísgera at hann ikki tekur av tí lægsta tilboðnum, tí tað kann vera eitt sindur ótrygt at lata hetta ávísa felagið fáa arbeiðið.

? Men í hesum førum er ikki talan um nakað slíkt, tí nevndin fyri Vágatunlinum var fullgreið yvir fortreytirnar hjá Byggiek, táið teir vóru bodnir at bjóða og tær fortreytirnar eru einki broyttar síðani.

Sven Roest heldur eisini, at slík framferð eru eitt ómetaliga keðiligt signal at senda oljuvinnuni, sum vit vænta okkum so nógv av, tí í oljuvinnuni eru lisitatiónir dagligur kostur.

? Og hon krevur professionellari framferð, enn tað her er talan um, leggur Sven Roest afturat.

Hann sigur eisini, at tey felag, sum eru biðin at bjóða upp á sjálva boringina eru púra paff av tí, sum er hent.

Um tað fær nakrar avleiðingar fyri tey tilboðini, veit hann ikki.

? Men hetta kann fáa álvarsligar avleiðingar fyri føroyska byggivinnu, tí hetta er eitt dømi um, at tilboð verða ikki tikin í álvara, sigur næstformaðurin í Føroya Handverksmeistarafelag.