Nokk so nøgdir sjúklingar

Sjúklinganøgdsemiskanningin hjá Almanna- og Heilsumálaráðnum var almannakunngjørd á tíðindafundi í morgun. Kanningin vísir, at níggju av tíggju sjúklingum eru nøgdir, men staðfestir eisini, at nøkur øki halta

- Hetta kennist sum ein lætti, segði læknastjórin á Landssjúkrahúsinum, Tummas í Garði, um at 9 av 10 sjúklingum sum heild eru nøgdir við sjúkrahúsverki. Fyrsta føroyska sjúklinganøgdsemis kanningin var almannakunngjørd í dag, og hóast samlaða nøgdsemi er lægri enn tað danska, so eru flestu fólk nokk so nøgd við sjúkrahúsverkið.

Karen Stage Fritsen frá donsku fyritøkuni, sum hevur staðið fyri kanningin, legði úrslitið fram. Og niðurstøðan er, at tað eru summi øki, ið meginparturin av føroysku sjúklingunum meta at vera positiv, meðan á øðrum økjum er tørvur er á at bøta um dygdina. 89 prosent av sjúklingunum meta sostatt teirra heildarfatan av innleggingini at vera sera góða ella góða.

Kanningin fevnir um 879 sjúklingar, ið vórðu útskrivaðir á Landssjúkrahúsinum, Klaksvíkar sjúkrahúsi og Suðuroyar sjúkrahúsi í tíðarskeiðinum hálvan september til hálvan desember 2006. Tilsamans 59 prosent av sjúklingunum svaraðu spurnablaðnum.

Kanningar vísa, at sjúklingar eru betri nøgdir við smá sjúkrahús enn tey stór, og Klaksvíkar Sjúkrahús kláraði seg best í kanningini, og Landssjúkrahúsið ringast. Tey økini, sum sjúklingar eru best nøgdir við eru klinisku veitingarnar, sjúkratilgongin, uttanlandaviðgerðir og mettir feilir.


Kunning ella ikki

Ein blandað mynd sæst av, hvussu sjúklingarnir uppliva kunningina. Nakrir partar av kunningini verða í stóran mun mettir positivir, meðan aðrir partar í stóran mun verða mettir negativir.

Innihaldið av tí skrivligu kunningini er tann spurningurin, sum størsti parturin av sjúklingunum meta positiva. Vavið av kunningini, tey fingu, meðan tey vóru innløgd, meta 73 prosent hóskandi, meðan 25 prosent meta, at tey fingu ov lítla ella alt ov lítla kunning. Bert 2 prosent meta, at tey fingu alt ov nógva ella ov nógva kunning. 70 prosent av sjúklingunum hava nevniliga ikki fingið skrivliga kunning um teirra sjúku og viðgerð, meðan tey vóru innløgd.

Í sambandi við at sjúklingarnir verða útskrivaðir, upplivir ein stórur partur av sjúklingunum, at teir vórðu vánaliga ella sera vánaligt kunnaðir um fleiri ymisk

viðurskifti. 52 prosent uppliva, at tey vórðu vánaliga ella sera vánaliga kunnað um tær avleiðingar, ið sjúkan fær fyri framtíðina.

39 prosent meta, at tey vórðu vánaligt ella sera vánaligt kunnað um hvønn týdning, teirra lívsstílur hevði fyri heilsuna, meðan hetta er galdandi fyri 33 prosent av sjúklingunum í

mun til eftirviðgerð/endurvenjing. Tað einasta økið, har ein stórur partur av sjúklingunum (82 prosent) uppliva at fáa sera góða ella góða kunning, er í mun til tann heilivág, tey skulu taka aftaná útskriving.


Samstarv og samskifti

Eitt annað øki har tað eru menningarmøguleikar, ella har vit við øðrum orðum ikki duga nóg væl í dag, er sjúklinga- og starvsfólkakontinuitetur. 44 prosent av sjúklingunum vórðu ikki kunnaðir um,  hvønn teir skuldu venda sær til við spurningum um teirra sjúku og viðgerð,  meðan teir vóru innlagdir. Og bara 53 prosent av sjúklingunum upplivdu, at tað vóru 1-2 sjúkrarøktarfrøðingar við serligari ábyrgd fyri teirra sjúkrarøkt, meðan 63 prosent upplivdu, at 1-2 læknar høvdu serliga ábyrgd fyri teirra viðgerð.

Eisini innan samstarv og samskifti við tey avvarandi var ónøgdsemi at hóma. Bert 61 prosent av sjúklingunum meta, at teirra avvarðandi vórðu tikin við í avgerðum um viðgerð og røkt í hóskandi mun,  meðan 73 prosent av sjúklingunum upplivdu,  at tey sjálvi vórðu tikin við í hóskandi mun.

Ímillum teir sjúklingar, ið ikki upplivdu, at teir ella teirra avvarðandi vórðu tikin við í hóskandi mun,  er høvuðsparturin av teirri áskoðan, at teir vórðu tiknir við í ov lítlan mun, meðan ein heilt lítil partur sigur, at tey vórðu tikin við í ov stóran mun.

Eisini samstarvið og samskifti millum ymisku sektorarnar í heilsuverkinum er eitt øki, har fólk ikki eru heilt nøgd.

Ein stórur partur av sjúklingunum (42 prosent) meta, at teirra egni kommunulækni var illa ella sera illa kunnaður.  Og 25 prosent av sjúklingunum meta, at sjúkrahús og heimahjálp / heimasjúkrarøkt samstarvaðu illa ella sera illa um teirra útskriving.

24 prosent av sjúklingunum vistu ikki, hvar teir skuldu venda sær við spurningum, um teirra støða broyttist áðrenn innlegging.

 


Viðgerðin av sjúklinganøgdsemis kanningini

heldur fram í morgin