Nicosia, Cypern: Sum tað so oftani er hjá føroyskum ítróttarfólki, so er nógvi hitin her á Cypros kanska størsti vandin fyri leikarahópin. Hetta skilt á tann hátt, at leikararnir støðugt mugu ansa eftir, at teir fáa nóg mikið av vætu til rugbreyðsmotorarnar.
At ansa eftir hesum partinum hevur landsliðið sjálvandi eisini lækna við á ferðini, og sum ikki einaferð er hesin Jens Pauli Marstein.
- Tað krevur nokk so nógv, tá vant verður undir slíkum umstøðum, sigur hann.
- Tú skalt í øllum førum rokna við, at hvør leikari skal drekka einar tveir til tríggjar litrar meira um dagin, enn teir vanliga gera.
Jens Pauli vísir eisini á, at júst nógvi hitin varð kanska størsti trupulleikin hjá liðnum í Sveis, og at teir tí kanska ansa enn betri eftir hesaferð, enn teir vanliga gera.
- Ikk tí eg haldi, at vit gjørdu nakað galið ta ferðina. Tað vísti seg bara, at hitin kortini var ov nógvur. Tí trupulleikanum sleppa vit so undan til dystin hesaferð. Um sjey-tíðina er hitin so passaligur fyri okkara viðkomandi.
Og verður talan so eisini um betri úrslit hjá okkara, enn tað var í Sveis?
- Tað taki eg ikki støðu til. Eg má taka mær av tí læknaliga, og so mugu Henrik og Jógvan Martin taka ábyrgd av ítróttarliga partinum, sigur ein flennandi Jens Pauli Marstein at enda.