Finska telefyritøkan Nokia er ikki longur tann verksmiðjan, sum ger flestar sokallaðar smarttelefonir. Nokia hevur havt hendan oddasessin síðani 1996, tá fyritøkan kom við sínari Communicator-útgávu, men nú eru bæði amerikanska Apple og suðurkoreanska Samsung farin framum.
Sambært upplýsingum frá greiningarfyritøkuni Strategy Analytics seldi Apple 20,3 milliónir smarttelefonir í øðrum ársfjórðingi, Samsung 19 milliónir og Nokia 16,7 milliónir. Sama greiningarfyritøka metir, at smarttelefonsølan vaks heili 76 prosent á heimsmarknaðinum frá øðrum ársfjórðingi í fjør til annan ársfjórðing í ár. Onkur onnur fyritøka hevur mett vøksturin til 62 prosent.










