Finska fartelefonfyritøkan Nokia kunngjørdi í dag, at hon letur sína menningardeild í Keypmannahavn aftur, og at umleið 950 starvsfólk har missa arbeiðið. Nokia sigur, at fyritøkan skal skarva av rakstrarkostnaðinum, soleiðis at raksturin verður einar 750 milliónir krónur bíligari í 2013 enn í 2010. Hetta ber millum annað í sær, at virksemið á menningardeildini í Keypmannahavn verður skert so líðandi, og at tey uppsøgdu halda fram hetta árið út.
Umframt í Keypmannahavn ætlar Nokia at spara í Bretlandi og í Finnlandi. Finska fyritøkan fer tó framvegis at hava eina deild í Danmark, men av teimum 1.200 starvsfólkunum missa umleið 750 arbeiðið.