Nógvur vindur um vikuskiftið

Danska veðurstovan DMI væntar heilt upp í hvassan storm í hvirlunum í dag.

Eitt stormlágtrýst sunnan fyri Ísland fer í ein norðan. Sunnukvøldið fer eitt lágtrýst vestan fyri Skotland í ein landnyrðing, beint eystan fyri Føroyar. Mánadagin fer ein hátrýstsryggur tætt framvið Føroyum av útsynningi, meðan eitt lágtrýst í ein útnyrðing úr Skotlandi fer í ein landnyrðing og viknar. Týsdagin fer eitt lágtrýst í ein útsynningi av Íslandi í ein norðan. Hósdagin fer ein hátrýstsryggur frmvið Føroyum úr útsynningi.

 

Leygardagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri og útsynningi, 10 til 15 metrar um sekundið. Í støðum upp í 18 metrar um sekundið og í hvirlunum upp í hvassan storm, 23 metrar um sekundið. Alt døgnið samdrigið og ælaveður og hitin millum 8 og 10 stig.

 

Sunnudagin verður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 10 til 15 metrar um sekundið, sum út á dagin makar niður í gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 metrar um sekundið. Samdrigið og okkurt æli. Um kvøldið andøvsgul upp í ein strúk av eystri og landsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið, sum makar niður í lot til andøvsgul av ymsum ættum, undir 8 metrar um sekundið. Út á náttina verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri og útnyrðingi, 10 til 15 metrar um sekundið. Samdrigið og regn, seinni klárar í, men okkurt æli. Hitin millum 7 og 10 stig, um náttina niður í 5 stig.

 

Mánadagin verður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi og vestri, 8 til 13 metrar um sekundið, sum makar niður í fleyr til gul av ymsum ættum, undir 8 metrar um sekundið. Turt og stundum sólglottar. Hitin millum 5 og 8 stig. Um náttina verður lot til stívt andøvsgul av norði ella vestri, 3 til 10 metrar um sekundið. Samdrigið og regn og hitin millum 2 og 7 stig.

 

Týsdagin verður gul til stívt andøvsgul av vestri og útsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið, seinni andøvsgul upp í ein strúk av suðri og útsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið. Samdrigið og okkurt æli. Hitin verður millum 4 og 8 stig.

 

Mikudagin verður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið. Samdrigið og ælaveður og hitin millum 5 og 10 stig.

 

Hósdagin verður gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið, sum makar niður í lot til andøvsgul, 3 til 8 metrar um sekundið og snarar í ein eystan. Samdrigið og okkurt æli, seinni yvirhøvur turt. Hitin um dagin millum 7 og 10 stig, um náttina niður í 2 stig, í støðum kaldari enn.